At leiða onnur uttan at vera (formellur) leiðari | 8. & 9. november 2017


Tvey daga skeið fyri teg, sum leiðir
- uttan at hava formella leiðarabyrgd




  • Hvat er góð leiðsla?
  • Hvør leiðsluháttur hóskar best til tín?
  • Soleiðis eyðmerkir og lyftir tú einstaklinga styrkir og førleikar hjá starvsfeløgum
  • Lær at handfara “truplar” persónar í dagliga arbeiðnum
  • Leiðslusamskifti – soleiðis skapar tú eldhuga og jaligan framdrátt hjá øðrum


Lær at leiða onnur, hóast tú ikki ert leiðari


Hetta skeið er ment til tín, sum leiðir onnur, tó uttan at vera settur sum formellur leiðari. Tú situr kanska í einum sessi sum verkætlanarleiðari, hevur ábyrgdina fyri einum serligum arbeiðsbólki
ella øðrum bólki, hevur ábyrgdina fyri yvirskipaðum samskifti, ella kanska ert tú tann í deildini, sum fer inn fyri leiðaran sum avloysari, tá ið tað er neyðugt.



Faklig vitan og ítøkilig amboð


Gjøgnum tveir læruríkar skeiðsdagar fært tú gjøgnum fakliga vitan og ítøkilig amboð eitt haldgott tak um persónligu leiðsluna. 

  • Tú styrkir fakligu vitanina, soleiðis at tú verður ein betri leiðari í tí tú gert
  • Tú fært vitan og amboð til, hvussu tú leiðir og motiverar fólk
  • Tú lærir hvussu tú tillagar títt samskifti til ymiskar støður og til ymiskar typur
  • Tú fært amboðini at handfara mótvilja ella ein “truplan” starvsfelaga
  • Tú lærir hvussu tú skapar eldhuga og fær fólk at kenna, at tey “eiga” málini
  • Tú lærir hvussu tú kann fáa autoritet, uttan at tú formelt hevur tað á pappírinum
    – og uttan at starvsfelagar taka hetta negativt



Á skránni



Dagur 1



Menn tín fakliga profil sum leiðari


• Hvat eyðmerkir ein góðan leiðara?
• Hvørjar styrkir og hvørjar veikleikar hevur tú í leiðslu?
• Soleiðis mennir tú teg at gerast ein góður leiðari

At leiða og býta út arbeiði, hóast tú ikki ert leiðari
- soleiðis fært tú tingini at henda



• Soleiðis brúkar tú samskifti at vera hoyrd/-ur, sædd/-ur og lagd/-ur til merkis!
• Grundarsteinarnir í leiðslu – mest týðandi økini hjá tær at seta fokus á
• Soleiðis gevur tú greiðar afturmeldingar - feedback - til starvsfelagar og leiðarar


Visiónir og mál
– soleiðis gert tú!


• Soleiðis setir tú mál – og soleiðis náa tit teimum
• Soleiðis setir tú mál fyri bólkin hjá tær
• Soleiðis setir tú mál fyri hvønn einstakan
• Lær at skapa eldhuga og at fáa fólk at “eiga” málini


Soleiðis setir tú saman vælvirkandi bólkar - teams


• Hvat kanst tú gera frammanundan fyri at tryggja samstarvið?
• Soleiðis setir tú bólkin saman og skapar eina succésfulla eind
• Hvat skalt tú gera fyri at fáa eitt gott samstarvsumhvørvi við opinleika og góðum samskifti
• Bólkasálarfrøði – hvørji eru menningarstigini í einum bólki


Soleiðis lyftir og eggjar tú einstaka starvsfelagan


• Fá amboð at coacha tínar starvsfelagar
• Gerst medvitandi um, hvussu hini síggja teg, og hvussu tú ávirkar tey
• Soleiðis samskiftir tú, tá ið tú skalt eggja øðrum at gera teirra besta
• Finn javnvágina millum “písk og gularót”





Dagur 2



Virkið samskifti er tað sama sum greið leiðsla


• Ver medvitað/-ur um egið samskifti
• Lær at málrætta títt samskifti til ymiskar persónstypur
• Vilji til dialog er vegurin til sínamillum fatan
• Ver beinrakin og greið/-ur sum samskiftari og leiðari


Ver betri at samskifta og at greiða frá einum boðskapi yvirfyri øðrum


• Hvat skalt tú hugsa um, tá ið tú leggur fram fyri einum bólki?
• Soleiðis tryggjar tú, at øll hava skilt tað, sum tú sigur – og slepp undan misskiljingum
• Einføld og roynd retorisk amboð, sum tú kanst brúka í arbeiðnum
• Styrk tíni leiðsluevni við betri og greiðari samskifti


Soleiðis handfer tú ósemjur í tínum bólki / team


• Grundir og ávirkan – lær greitt at tulka innihaldið í ósemjum
• Vanligir tankar, kenslur og atburður í eini ósemju


Hvussu eigur tín leiklutur vera í eini ósemju?


• Hvat skalt tú gera fyri at ósemjurnar ikki gerast størri?
• Soleiðis sleppir tú undan óttanum at fara inn í ósemjur
• Soleiðis handfer tú mótvilja, so at tað ikki avmarkar avrikið hjá øllum bólkinum
• Ymiskar ósemjur krevja ymiskar loysnir

Soleiðis motiverar tú teg sjálva/-n og onnur


• Hvat er tað, sum motiverar okkum?
• Hvussu vísir tú tínum starvsfeløgum hvat ið motiverar teg?
• Soleiðis motiverar tú starvsfelagarnar við at fáa tey at “eiga” uppgávurnar
• Lær, hvussu tú skapar gott lag á arbeiðsplássinum 




Skeiðleiðari | Karin Jessen
Partnari í PS4 A/S-House of Leadership


Karin er útbúgvin innan leiðslu, samskifti og sálarfrøði og hon hevur fleiri enn 25 ára royndir við menning av fólki og fyritøkum. Hon hevur arbeitt hjá Ernst & Young, har hon arbeiddi við ymiskum sløgum av fyritøkum og menniskjum. Karin er ein royndur skeiðsleiðari og hevur hon fyrr havt skeið fyri Synergi og fekk hon tá sera góðar eftirmetingar.





Tilmelda

Kostnaður8.365,00 + mvg
,   
,    ,   
**
** Fyri at fara víðari í tilmeldingini, mást tú játtað, at tú góðtekur at talan er um bindandi tilmelding. Fært tú forfall er tú tó sjálvandi vælkomin at senda annan persón. Sí avlýsingartreytirnar her!

Tasta inn í feltið tey tekn tú sært á myndini

 




PRAKTISKT


Dagur
8. & 9. november 2017, kl. 09.00-16.00


Tilmeldingarfreist
5. november 2017

LEGG TIL MERKIS! STAÐUR ER BROYTT

Skeiðið verður í Kaffihúsinum, undir Bryggjubakka, Tórshavn

Undirvísari
Karin Jessen

Karin hevur verið í Føroyum fleiri ferðir og undirvíst fyri Synergi. Fær altíð toppkarakter!

Undirvísingarmál
Danskt

Kostnaður
kr. 8365 + mvg (kr. 10456,25 v/mvg) 

Hetta er sama skeið sum verður hildið í Noreg og Svøríki. Í Svøríki kostar skeiðið SEK11990 +mvg. og í Noreg kostar tað NOK13995 +mvg. Vit hava valt at gera skeiðið bíligari her. 

Íroknað
Umframt undirvísing, íblástur og meirvitan fært tú tilfar og sjálvsagt okkurt til matna.

   


November 2017

27. november 2017
Lær grundstingini í broderí til føroysk klæðir| Kvøldske
28. november 2017
PowerPoint | 28. november 2017 | kl. 09.00-12.00
29. november 2017
HR-Løgfrøði | Modul 5 | Sjúkrafrávera | 29. november 2017
30. november 2017
Excel I - tey fyrstu fetini | 30. november & 1. desember 2017

Desember 2017

05. desember 2017
Outlook | 5. desember 2017 | kl. 09.00-12.00
05. desember 2017
Lær at gera fotobók | Kvøldskeið | 5. desember 2017
Yvirlit